Mugu síggja Føroyar næsta ár

Lesararnir víðagitna National Geographig hava valt Føroyar sum fremst ferðamál næsta ár

 


Næsta ár eru Føroyar tað landið, sum ferðafólk fyrst og fremst mugu síggja.

Tað halda lesarar hjá víðagitna National Geographic.

 

National Geographic hevur valt 20 støð í verðini, sum eiga at standa á ferðaskránni næsta ár og í hesum sambandi hava tey eisini biðið lesararnar um sítt boð.

Og teir hava valt Føroyar sum fremsta ferðamálið næsta ár.

 

Teir siga, at Føroyar eru altíð eitt gott stað at vitja, sama hvør árstíðin er, men serliga er tað fulla sólarmyrkingin í mars næsta ár, sum gevur útslagið.

Tað eru ógvuliga fá, sum tað er beskorið at uppliva tað

Men eisini verður nevnt, at um summarið er hitin passaligur og ljóst næstan allan sólarringin.