? Tað eru veruliga brúk fyri fleiri røktar- og ellisheimplássum í Føroyum, sigur leiðarin á Røktar- & umlættingarheiminum Lágar-garði, Marjun Smith.
? Tá ið Andreas Petersen var landsstýrismaður í almenna- og heilsumálum vístu hagtølini, at tørvurin var millum 200 og 300 pláss.
Somu tøl verða nýtt í dag, sjálvt um tað nú eru fleiri ár síðani, at Andreas fór úr landsstýrinum. Hvat tey røttu tølini eru eru í dag, dugir Marjun tó ikki at siga, men hon heldur, at støðan er ring.
Kanningin, sum Sosialurin hevur gjørt millum nøkur av teimum størru ellis- og røktarheimini, vísir, at umleið 500 fólk standa á bíðilista.
Bíðitíðin alt ov long
? Ein sum stendur á einum akuttum bíðilista í Danmark, skal rokna við at bíða hægst tríggjar til fýra mánaðir. Her í Føroyum skal ein, sum er í somu støðu, rokna við at bíða millum eitt og tvey ár.
? Á hesum økinum eru vit langt verri fyri enn í hinum Norðurlondunum
? Tað er sera ringt at muga siga nei, vegna at tað ikki er pláss. Ofta vera tey avvarandi og fólkini sjálv sera skuffaði av hesum. Vit royna tó, at tosa og greiða teimum frá støðuni. Nógv annað fáa vit ikki gjørt.
? Ein viss bíðitíð eigur tó at vera, annars er heldur ikki rætt. Men støðan hjá okkum er alt ov ring; bíðitíðin er alt ov long.
? Støðan er ofta trupul hjá teimum avvarandi, um tey hava ein tílíkan persón heima hjá sær. Serliga um bæði maður og kona arbeiða úti. Ein akuttur persónur krevur nevnliga ofta at ansast eftir 24 tímar um døgnið. Sjálvt um tey fáa maksimala heimahjálp er støðan ikki løtt.
Dagrøkt og útkoyran av døgurðum
Tá ið eitt pláss stendur tómt á Lágargarði verður valt út eftir tørvi, hvør skal fáa tað plássið. Í upptøkunevndini eru tveir persónar frá heimarøktini, ein kommunulækni, ein medisinskur lækni á sjúkrahúsinum og leiðarin á Lágargarði, sum meta um støðuna.
Fyri at hjálpa teimum, sum ikki sleppa inn á ellis- ella røktarheim, hevur Lágargarður eisini dagrøkt fyri teimum, sum ynskja tað. Í dagrøktini eru 30 pláss. Eisini koyrir Lágargarður døgurðar út til 100 persónar.
Politikarnir mugu gera nakað
Marjun sigur, at tey ofta hava gjørt politikararnar vart við hesa støðuna viðvíkjandi fleiri røktarplássum, men tað vísir seg ikki at nakað serligt hendir. Hon heldur, at eisini einstaklingar skuldu roynt at gjørt politikarnar varar við støðuna.
Marjun heldur, at tá ið kreppan kom, varð sagt stopp fyri øllum, sum hevði við hetta at gera. Men myndugleikarnir hava nú endiliga ásanna, at neyðugt er at gera nakað við henda átrokandi tørv. Gongd er nú spakuliga komið á málið aftur, nú tíðirnar eru batnandi á Føroyalandi.
Áðrenn fíggjarlógin fyri komandi ár verður gjørd, uppgeva røktar- og ellisheimini landsstýrismanninum í almenna- og heilsumálum, hvussu stórur tørvurin er á plássum. Hesi tølini skulu verða inni nú seinni í hesum mánaðinum. Marjun sigur, at tey øll árini hava víst á, at tørvur er á fleiri plássum, men í fleiri ár hevur einki hent. Nú tørvurin er vorðin so stórur, vónar hon, at okkurt fer at henda í málinum frá politikarans síðu.









