- Eg trúgvi ikki, at ES er eitt himmiríki at fara inn í, men tað er eitt helviti at standa uttan fyri!
So bersøgin var Magni Laksáfoss undir fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum í morgun.
Hann segði, at tað verður neyðugt at kanna, hvussu vit uppnáa tey undantøkini, sum skulu til, fyri at vit kunnu fara inn í ES. Og har hugsaði hann serliga um fiskivinnuna.
- Tað er neyðugt við einum nýggjum Europa-politikki, einari nýggjari ES-strategi. Vit mugu ikki lata misskiltar tjóðskaparkenslur forða fyri, at vit nærkast ES, segði Magni Laksáfoss.
Hann vísti á, at vit í dag hava ein positivan útflutningsprofil mótvegis ES. Tað merkir, at vit bert kunnu útflyta vørur til ES, sum positivt eru navndar á listanum.
- Og tað er har, vit skulu fáa latið upp fyri nýggjum møguleikum og nýggjum framleiðslum, segði Magni Laksáfoss.
Serfrøðingabólkar
Hann metti tað eisini verða neyðugt, at taka málið um høgu oljuprísirnar upp.
- Fíggjarkreppan ger, at eftirspurningurin eftir olju er minkaður, og tí sæst ein lítil lækking í oljuprísunum í løtuni. Men tá fíggjarkreppan er av um eitt ár ella so, veksur eftirspurningurin aftur við fylgjandi hækkandi oljuprísum. Og tí er neyðugt at finna alternativar orkukeldur sum skjótast, segði Magni Laksáfoss og nevndi enska hugtakið »We must leave the oil, before the oil leaves us«.
Sum alternativar orkukeldur nevndi hann vindorku, sólorku og alduorku, og í tí sambandi vísti Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður við orkumálum, at undir undanfarnu ABC samgongu varð orðaður ein orkupolitikkur, har fleiri alternativ vórðu nevnd, harav summi kundu setast í verk frá degi til dags.
Tað verður eisini neyðugt at seta serfrøðingabólkar at kanna vandaøkini innan fimm bólklar: fíggjarkervið, fiskivinuna, vinnur á landi, almenna geiran og privatu húsarhaldini.
- Vit mugu fáa hesar serfrøðingabólkar at kanna, hvar vandaøkini eru, og hvørjum vit skulu taka hædd fyri, segði Magni Laksáfoss.