Tað er vandi í allari vælferð.
Ingi Olsen, spælandi venjarin hjá Neistanum, er sjálvandi nøgdur um, at lið hansara longu hevur annað beinið í FM-finaluni, men samstundis sigur hann, at hetta er ein støða, sum kann gerast ein vandamikil koddi.
- Tey bæði seinastu árini hava í øllum førum víst, at tað ikki er nakar fyrimunur at vera nummar eitt. Í fjør kom H71 flúgvandi framvið VÍF, og fyrraárið hevði StÍF verið í finaluni í ein mánað, áðrenn vit spældu móti teimum.
Eru hyggjuráðini hjá tykkum so at tapa nakrar dystir nú, so tit ikki kenna tykkum alt ov tryggar?
- Nei, sjálvandi fara vit ikki at tapa dystir við vilja. Men vit mugu støðugt seta okkum nýggj mál. Alla tíðina arbeiða eftir lutum, sum vit kunnu betra, soleiðis at vit ikki gerast ov nøgdir við støðuna, sum hon er, segði Ingi Olsen eftir dystin.









