Mugu samráðast einaferð afturat

Sáttmálin, sum Skipara- og Navigatørfelagið gjærdu leygardagin, er ikki galdandi fyri vaktar- og veitingarskip í oljuvinnuni

 

Sáttmálsamráðingar


Hóast Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið fyri Farmaskip skrivaðu undir nýggjan sáttmála leygardagin, eru ikki allar súður syftar.

Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum í dag, gjørdu partarnir sáttmála seinnapartin leygardagin.

Men hesuferð er tað felt niður í sáttmálan, at hann er ikki galdandi fyri vaktar- og veitingarskip í oljuvinnuni.

Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at tað skulu tveir sáttmálar gerast fyri hesar báðar skipabólkarnar, ein fyri tey smærru vaktarskipini og ein fyri veitingarskipini.

Nær tær samráðingarnar verða, er ikki greitt enn.

Ellintur Abrahamsen væntar tó ikki serligar trupulleikar av hesum báðum sáttmálunum í hvussu so er væntar hann ikki at trupulleikar fara at standast av at fáa semju um sáttmálan um tey smærru vaktarskipini, ið liggja uppi yvir boriholum, kaðalum og tílíkum.

Hinvegin er tað longri ímillum partarnar í spurninginum hin sáttmálan, ið skal gerast. Hann er serliga um vaktarskipini og veitingarskipini, ið, m.a. hava til uppgávu at ansa eftir fólki og plattformum o.s.fr.

Ætlanin var at samráðast hesar báðar sáttmálarnar samstundis sum samráðst varð um sáttmálan, sum varð undirskrivaður leygardagin, men tað gekk ikki og tí mugu samráðingar verða seinni.