Slitnu klichéirnar um, at í fótbólti finnast ikki lættir dystir, hava fleiri ferðir verið á breddanum í serbisku bløðunum, nú Føroyar koma á vitjan.
Hinvegin vita bæði venjari og spælarar, at á pappírinum eigur eingin ivi at vera um, hvør skal vinna dystin, og ein tann størsta stjørnan á liðnum, Dejan Stankovic úr Inter, sigur eisini, at teir eiga at vinna uttan trupulleikar.
- Fáa vit okkara spæl at koyra upp á tað besta, so vinna vit lættliga. Hinvegin krevur tað, at vit taka uppgávuna í stórum álvara, tí annars kann tað brádliga gerast trupult.
- Og so ræður annars um, at vit byrja dystin væl. Tað eigur ikki at vera nakar ivi um, at vit eru betra liðið, og tí skulu vit frá byrjan trýsta somikið nógv, at allur ivi um eina møguliga sensatión verður kveistraður til viks, sigur Stankovic í samrøðu við serbiskar miðlar.