Á Skála verður staðfest, at gongdin fyrsta partin av hesum kappingarárinum hevur verið heilt øðrvísi, enn hon hevur verið tvey tey undanfarnu árini. Í trimum royndum á útivølli hava teir bara fingið eitt stig - í Klaksvík.
- Vit eru manningarliga sperdir. 1. hálvleik eru vit nøgdir við. Tá vóru vit kanska leikliga omaná. Eftir steðgin fáa teir meiri flog yvir spælið, og teir sekta okkum, tá ið vit gera mistøk. Tað ber tó ikki til at missa mótið. Sunnudagin fáa vit vitjan av GÍ, og tá mugu vit royna at reisa okkum, er viðmerkingin av Skála.
Skálamenn hava bara fingið eitt stig burtur úr trimum teimum seinastu umførunum.