Við á fundinum hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag var eisini vinnumálaráðharrin, Jóhan Dahl. Hann nam við fleiri tættir innan føroyskt vinnulív, millum annað alivinnuna, sum aftur stendur í blóma.
Hann kom eisini inn á týdnigin av at raðfesta íløgurnar rætt, og í hesum sambandi nevndi hann týdningin av at føroysku skipasmiðjurnar halda handverkið við líka.
Hann nevndi, at eitt nýtt havrannsókinarskip er projekterað, og róði upp undir, at hetta var ein uppløgd íløga í fíggjarlógini fyri komandi ár. Hann segði seg vóna og rokna við, at føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar í prísi eins væl og í góðsku og vísti á, at skipið er projekterað í samsvarvi við MEST.
Eisini er skitsuprojekt gjørt til eina nýggja Nólsoyarferju, og tað kundi eisini verið ein møguleiki, men nýtt havrannsóknarskip tykist sum fyrsta val.
Á sama fundi – sí grein omanfyri – mælti stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen, til at tað almenna ger íløgur fyri at halda virkseminum uppi eins og mælt verður til at geara samfelagið til aftur verða uppgangstíðir.
Hetta við skipasmíði var so nevnt sum ein realistiskur møguleiki á hesum fundinum hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag seinasta mikukvøld.