Tey, foreldur, sum fáa barsilsgjald, mugu ofta bíða í nakrar dagar, áðrenn tey fáa gjaldið. Tað staðfestir Beinta Løwe, løgtingskvinna. Tí vil hon nú hava Helga Arbrahamsen, landsstýrismann á økinum, at greiða frá, hví foreldur ikki hava somu treytir sum onnur, og sostatt fáa peningin á kontu seinast í hvørjum mánaði?
Hon vísir á, at Taks sigur, at barsilspeningurin verður goldin eina ferð um mánaðin, og at vanliga er á kontu tann fjórða gerandisdagin í hvørjum mánaði.
Tey flestu foreldur hava fastar útreiðslur og tískil kunnu tey koma í eina trupla støðu, um tey ikki hava fingið barsilsgjaldið á kontuna tann fyrsta í einum mánað.
– Hetta er ein óheppin støða hjá foreldrum heldur hon, og tí spyr hon nú landsstýrismannin, um ætlanin er at broyta hetta og tað skal Helgi Abrahamsen nú greiða frá.