Mugu melda til Wacken áðrenn 21. februar

Wacken Metal Battle Føroyar vekir áhuga uttanlands

Tungmálmsorkestur, sum ætla at taka lut í kappingini Wacken Metal Battle Føroyar 2014 mugu skunda sær, tí seinasta freist at melda til kappingina, sum fer fram í Sjónleikarahúsinum í Havn, leygarkvøldið 8. mars, er fríggjadagin 21. februar.

 

Útlendskir miðlar koma til Føroya at uppliva kappingina, og útlendskir dómarar koma eisini at manna dómarapanelið. Vinnarin sleppur ein túr til stóra tungmálmsfestivalin í Wacken í Týsklandi at framføra.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við ein av fyrireikarunum, Teit Fossáberg Joensen, sum var á Rás2 fríggjamorgun.