Johan Dahl sigur, at tað er neyðugt at áhaldandi marknaðarføra føroyska landgrunnin, serliga eftir at tað vísti seg, at eingin olja var at finna í Brugduni.
Vit eiga at hugsa langsiktið, sigur Johan Dahl, og tað krevur, at vit framleiða gott tilfar fyri at kunna um landgrunnin.
Johan Dahl sigur, at hvør einasta boring gevur inntøku til landskassan, suksess ella ei, og at økt marknaðarføring tí ongantíð er reint burturspiltir pengar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Johan Dahl í Rás 2.