Mugu liva upp til ST-ásetingarnar

”Nær kann ítøkiliga væntast at skúla-og bútilboðið verður víðkað til, at næmingar við serligum tørvi kunnu byrja á hvørjum ári?” Henda spurning vil tingkvinnan Sirið Stenberg úr Tjóðveldi hava eitt svar uppá frá landsstýrismanninum í Mentamálum Bjørn Kalsø um skúlatilboð til næmingar við serligum tørvi.

Sigið Stenberg (myndin) vísir á, at Rásin í Runavík í dag hevur eitt skúla- og bútilboð til 7 næmingar.

Hetta skúlatilboðið er skipað yvir trý ár, og merkir hetta, at teir næmingar, sum vera tiknir inn eru á skúlan ganga har í trý ár. Ein avleiðing er, at eingir aðrir næmingar vera tiknir inn hetta tíðarskeið.

- Sostatt vera bert sjey næmingar tiknir inn triðja hvørt ár, vísir Sirið Stenberg á.

Hon heldur tí, at hetta skúla-og bútilboðið nøktar ikki tørvin á økinum, og serliga tað, at tað einans byrja nýggir flokkar triðja hvørt ár, viðførir sera langa bíðitíð fyri mong.

Somuleiðis hevur verið víst á, at miðnámsskúlatilboð vænta til næmingar við serligum tørvi, og tí ynskir hon at fáa svar uppá fleiri spurningar í hesum sambandi.

Hon spyr millum annað Bjørn Kalsø, um nakrar ítøkiligar ætlarnir eru í hesum sambandi, hvussu nógvir næmingar vanta slík tilboð, og ikki minst um landsstýrismaðurin metir, at skúlatilboðini hjá ungum við serligum tørvi liva upp til ásetingarnar í ST-sáttmálanum.

(mynd: sudurras.fo)