Mugu kjakast um framtíðina hjá miðlunum

Mítt Arbeiðslív: At tosa um hvørt Kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið ella ikki er á onkran hátt óseriøst. Vit mugu heldur kjakast um, um vit ynskja at hava sterkar miðlar í okkara samfelagið ella ikki, heldur Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamaður í Kringvarpið Føroyum.

At tosa um hvørt Kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið ella ikki er á onkran hátt óseriøst. Vit mugu heldur kjakast um, um vit ynskja at hava sterkar miðlar í okkara samfelagið ella ikki, heldur Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamaður í Kringvarpið Føroyum.

 

 

Seinastu vikurnar hevur fiskivinnan verið á breddanum í okkara public service stovni, Kringvarpi Føroyum. Ymsu tættirnir í okkara høvuðsvinnu hava verið endavendir, truplir spurningar lýstir og kjak hevur verið millum ymsu partarnar innan fiskivinnuna. Jan Lamhauge og Jan eli Dam hava staðið fyri sendingunum, og aftrat teimum hevur verið Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamaður.

 

Við sendingununum um fiskivinnuna hevur Kringvarpið hevur sett sær fyri at lýsa týðandi tættir í okkara samfelag á ein heldur øðrvísi hátt. Jón Brian Hvidtfeldt hevur starvast í Kringvarpinum í fleiri umførum seinastu árini, og hann er sannførdur um, at nýggi leisturin í stovninum er tann rætti.

 

-       Slíkar sendingar, sum eitt nú fiskivinnusendingarnar, gevur hyggjaranum munandi betri innlit, sammett við vanligan tíðindaflutning, og tað hevur stóran týdning, hóast vit ongantíð kunnu lýsa allan heimin í einari sending, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.

 

Mánadagin var Jón Brian Hvidtfeldt gestur í sendingini Mítt Arbeiðslív á Rás2, og sendingin kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.