Sum støðan er nú, kunnu ferðafólk, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt: 200 sigarettir, ella 100 sigarillos, ella 50 sigarir ella 250 gramm av tubbakki.
Ì samrøðu við Sosialin sigur, Jóannes Eidesgaard, at tollfríi innflutningurin verður skorin akkurát 50%.
Eftir 1. januar verður sostatt bara loyvi at flyta inn tollfrítt: 100 sigarettir, ella 50 sigarillos, ella 25 sigarir ella 125 gramm av tubbakki.
Eitt annað er so hvusu hetta verður í handfarið, tí tað eru 200 sigarettir í einum kartongi. So antin mugu Norrøna og Atlantsflog undir at selja hálv kartong av sigarettum, ella mugu tvey ferðafólk keypa eitt kartong saman.
Upp aftur tvørligari verður tað tá ið tað kemur til tubbakkið, tí tað eru 50 gramm av tubbakki í einum vanligum pakka. Tað merkir, at frá 1. januar verður tað loyvt at keypa tveir og ein hálvan pakka av tubbakki við sær til Føroya tollfrítt – ella mugu tvey ferðafólk keypa ein pakka saman.
Líka galið verður tað við blikkunum við tubbakki til ballimaskinur. Har eru 200 gramm av tubbakki í, so tað verður bara loyvt at keyp ¾ blikk tollfrítt, ella mugu tvey ferðafólk keypa eitt blikk saman.
Les eisini greinina: Tollfríar sigarettir fara nú niður í helvt










