Hondbóltur
Føroysku hondbóltsharrarnir fingu veruliga oyruni í serbisku maskinuna í gjár.
- Vit vistu av, at teir vóru góðir. Men vit gera eisini okkara mistøk longu tíðliga í dystinum. Vit skora ikki nóg væl, og heldur ikki í verjupartinum standa vit nóg væl. Teir koma fleiri ferður út um bakkarnar at skjóta, og teir hava altso nøkur øgilig skot, sum sita at kalla hvørja ferð, segði Hans Áki Dal Christiansen, tá vit tosaðu við hann beint eftir dystin.
Longu leygardagin skal føroyska liðið aftur spæla. Tá eitur uppgávan Bosnia á útivølli, og Hans Áki ásannar, at tað er nógv, sum arbeiðast skal við komandi dagarnar.
- Eg hevði ikki væntað, at tað var somikið nógv, men har er heilt nógv hjá okkum at fara ígongd við.
Men er talan ikki eisini um heilt smá ting, sum – um tey verða justerað – kunnu geva eitt munandi betri úrslit?
- Jú, og tekur tú bara møguleikarnar, har vit eiga at skora, so er talan kanska um eini 10 bóltar, sum vit skuldu fingið í kassan afturat.
Og teir avbrennararnir gera kanska eisini, at tað verður tyngri at halda høvdinum uppi?
- Ja, men tað er heldur ikki nóg gott hjá okkum. Vit tosaðu áðrenn dystin um, at nú skuldu vit vísa teimum, at vit eisini kundu spæla við. Men á vøllinum vóru vit ov nógvir, sum spældu við høvdinum undir arminum. Gongur tað illa á vøllinum, so mugu vit stríðast meira fyri sakini, enn vit gjørdu í dag.
- Men nú fáa vit so ein nýggjan dyst longu leygardagin. Og eg ivist ikki í, at tann parturin verður betri, hóast talan nú heldur ikki verður um nakra lætta uppgávu í Bosnia, sigur Hans Áki Dal Christiansen.