Nú verður neyðugt at játta enn meiri pengar til Glasir fyri at gera bygningin so mikið lidnan, at hann kann verða góðkendur til skúlagongd og sum arbeiðspláss.
Tí hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 9,5 milliónir krónur afturat øllum tí, sum longu er játtað framman undan.
Men hóast Glasir fer ein eykajáttan, fer tað ikki at ávirka avlopið hjá landskassanum, tí peningurin verður tikin inn aftur aðrastaðni.
Kristina Háfoss sigur, at við hesi eykajáttanini fæst trygd fyri, at Glasir verður gjørdur so mikið liðugur, at myndugleikarnir kunnu góðkenna hann.
Eitt nú skal túnið gerast, ábøtur skulu gerast á høvuðsinngongdina, og betri gardinur, ið skerma fyri sólarljósi, skulu heingjast upp.
Men verður neyðugt at gera enn fleiri broytingar, verður neyðugt at bíða við tí til fíggjarlógin fyri 2020 verður løgd.
Nú tað er greitt, at nýggja Barnaheimið ikki verður bygt heilt enn, fara átta milliónir at leypa av, umframt at ein millión er at heinta frá nýggja bygninginum til Sjóvinnustýrið, umframt at ein hálv millión verður tikin frá ætlaða Tjóðleikhúsinum á Skálatrøð, sum ikki kemur nakran veg í ár.











