Samstarvið ímillum Føroyar og Danmark má endurnýggjast.
Tað ásannar Jóannes Eidesgaard, formaður í javnaðarflokkinum.
Í formansfrágreiðing síni á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum leygarmorgunin, staðfesti hann, at broytingar mugu gerast, so at samstarvið við Danmark, ikki gerst ein spennitroyggja, sum forðar okkara menning og luttøku í altjóðasamfelagnum, men tvørturímóti gevur okkum vakstrarmøguleikar.
- Løgfrøðisligar forðingar og stirvnar tulkingar mugu ikki forða fyri politiskari nýhugsan, segði hann.
Hann vísti á, at Tjóðveldi hevur framvegis vil loysa í stundini, og so má restin lagast seg hareftir, sum Jóannes Eidesgaard málbar seg.
Men meiri forvitnisliga helt hann tað vera, at formaðurin í Sambandsflokkinum hevur boðað frá, at Sambandsflokkurin skal hava tvær fólkaatkvøður.
Tann fyrra í 2010 skal snúgva seg um ein atlimaskap í ES, men tað er als ikki er ein møguleiki, sum ES arbeiðir við.
- Men tann seinna fólkaatkvøðan hjá Sambandsflokkinum, sum skal vera í 2012, er uppaftur meira áhugaverd, tí tá vil gamli Sambandsflokkurin hava fólkaatkvøðu um loysing ella samband.
- Tað vil so aftur siga, at bæði Tjóðveldi og Sambandsflokkurin vilja hava eina avgerð, uttan at hava nakra sum helst hóming av, hvat úrslitið verður.
Spæla hasard
Hann helt, at hetta var at spæla hasard við framtíðini.
- Formaðurin í Sambandsflokkinum hevur eisini alment sagt, at so vil man taka úrslitið til eftirtektar.
- Tað vil so aftur siga, at verður loysing, verður við hjálp frá Sambandsflokkinum og tað helt hann ljóðaði rættiliga ótrúligt.
Jóannes Eidesgaard helt, at Javnaðarflokkurin hevur verið tann praktiski flokkurin í samstarvinum við Danmark.
Hann ásannaði, at uttanríkipolitiska lógin hevur nakrar avmarkingar, tí her er talan um okkara virkismøguleikar á einum ikki yvirtiknum øki.
- Men eg haldi, at karmarnar fyri okkara uttanríkispolitisku virkismøguleikum kundi verið rúmligari, um danskir myndugleikar vóru eitt sindur smidligari í teirra tulking av donsku grundlógini. Tá hugsað verður um, hvussu nógv grundlógin er tambað gjøgnum ár og dag, eigur tað at bera til at koma víðari eisini á hesum økinum.
Hann ivaðist ikki í, at tað finnast nógvir danskir politikarar, sum eisini føla, at grundlógin er ein forðing fyri, at vit finna nýggjar leiðir í samstarvinum ímillum Føroyar og Danmark.
Hann nevndi, at samtyktirnar í WTO siga, at eisini tollfelagsskapir kunnu verða limir. Kina hevur ikki færri enn tríggjar limaskapur, ein fyri Hongkong, ein fyri Makao og ein fyri lýðveldi Kina.
- Men hetta ber ikki til í okkara føri, tí danir siga, at grundlógin forðar tí.
Eitt annað dømi, hann nevndi, er Ráðharraráðið hjá Norðurlandaráðnum, har vit ikki fáa fullan limaskap, tí grundlógin er ein forðing fyri hesum.
Løgmaður segði, at grundlógina ber ikki til at broyta og tí verður úrslitið altíð, at hon verður tulkað og tambað til roknistykkið passar.
Løgmaður ásannaði, at hendan danska stjórnin hevur verið trek at taka stig til at koma víðari.
- Tað, sum eg havi sagt, er, at tá í felagsskapurin er ein forðing fyri framhaldandi menning av Føroyum eisini í altjóðagerðini, fær sjálvstýrismálið eitt heilt øðrvísi innihald.
Jóannes Eidesgaard helt, at serliga nú formaðurin í Sambandsflokkinum longu í 2012 vil hava eina endaliga uppgerð í ríkisfelagsskapinum, er tað av stórum týdningi, at Javnaðarflokkurin vísir á gongdar leiðir, har vit framhaldandi kunnu samstarva uttan at sleppa øllum bondum.
- Tí helt Jóannes Eidesgaard, at eitt tað fyrsta stigið kundi verið, at báðir partar við serfrøðingum og politikarum settu seg at viðgera málið.
Vit eiga eisini at geva gætur, at Danmark alt meira gerst meira og meira intergreraður partur av ES.
- Eg kundi hugsað mær, at hetta var ein týðandi partur av valstríðnum til fólkatingsvali, helt Jóannes Eidesgaard.










