Føroyingar mugu kanna málið væl og virðiliga, áðrenn vit taka nakra støðu til, um vit skulu verða limir í NATO-felagsskapinum Partnership for Peace.
Tað heldur Kjartan Mørkøre, sum var ein av høvuðsstuðlunum í felagsskapinum Fólk fyri Friði. Hesin felagsskapur var nógv frammi í áttatiárunum, men seinastu nógvum árini hevur hann als ikki verið virkin.
- Vit skulu ikki leypa á leistum fyri tað um felagsskapurin nú eitur Partnership for Peace, og neyðugt at er kanna væl og virðiliga, hvat hesin felagsskapurin stendur fyri, áðrenn vit taka støðu til, um vit fara upp í hann, sigur Kjartan Mørkøre.
- Navnið ljóðar væl - næstan sum Fólk fyri Friði - men um hetta bara er ein máti at fáa okkum við í NATO eiga vit at vera á vakt, sigur hann.
Støðan er ein onnur
Kjartan Mørkøre vísir á, at Fólk fyri Friði fyrst og fremst stríddust ímóti kjarnorkuvápnum, og felagsskapurin hevði eisini ein týðandi leiklut, tá løgtingið samtykti, at Føroyar skuldu verða kjarnorkufrítt øki.
- Vit gingu mótmælisgongdir úr Mjørkadali, men vit royndu alla tíðina at ansa eftir, at vit ikki fingu øði í fólk, sum høvdu við NATO at gera. Okkara høvuðsmál var at stríðast ímóti kjarnorkuvápnum, sigur Kjartan Mørkøre.
- Í dag er støðan ein heilt onnur, enn hon var í 80'unum, tá fólk veruliga stúrdu fyri, at kjarnorkukríggj kundi bresta á. Nú tykist NATO arbeiða meira sum ein friðarvarðveitandi felagsskapur, og tí kann eg ikki bara siga, at vit skulu halda okkum burtur. Vit skulu ikki fara upp á bakbeinini beinanvegin, men skulu kanna væl og virðiliga, hvat hesir felagsskapir standa fyri.
Tí mælir Kjartan Mørkøre politikarum og øðrum fólki til at arbeiða meira við málinum, áðrenn støðan verður tikin, og kanska átti landsstýrið at sett ein bólk, sum kundi greina málið nærri, heldur hann.










