Mugu ikki goyma tey burtur

Vit mugu ikki goyma fólk við menningartarni burtur frá restini av samfelagnum, sigur Sigrun Wardum

 

ALTJÓÐA DOWN SYNDROM DAGUR

Í okkara grannalondum síggja vit í alt ov stóran mun, at fólk við menningartarni verða goymd burtur, sigur Sigrun Wardum, dagligur leiðari í Javna.

Hon heldur, at Føroyar sum heild eru rættiliga rúmmligar í so máta.
- Vit goyma ikki okkara menningartarnaðu burtur frá restina av samfelagnum. Tað verður gjørt í nógv størri mun í øðrum londum.

Her eru tey ein partur av samfelagnum, og tað er gott, tí tey hava eisini tørv á at vera saman við ymiskum fólkum, sigur Sigrun Wardum.

Um samfelagið ikki rúmar hesum fólkum, so vera tey ikki eydnusom.
- Um einki er at takast við, ella um eitt menniskja skal búgva undir ótolandi umstøðum, so verður tað ikki eydnusamt, sigur Sigrun Wardum.

Serliga bútilboðini kunnu elva til trupulleikar.
- Eitt sum eyðkennir nógv folk við menningartarni er, at tey ikki duga at siga frá. Tí hendir tað, at tey verða niðurkoyrd, tí eingin veit av, at tey ikki hava tað gott - til dømis hava vit royndir av, at fólk, sum búgva í sambylum kunnu fáa sálarligar trupuellikar og tunglyndi.

Tað kann vera hart at búgva saman við fleiri fólkum, sum tú ikki sjálv hevur valt. Um tey ikki duga at siga, frá, kann tað vera sera hart fyri tey, sigur Sigrun Wardum.

 

Altjóða Down Syndrom dagur var fríggjadagin 21. mars.

Les meira í vikuskiftis Sosialinum