Hvar hevur Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá fíggjarmálaráðnum, hildið jólaaftan, og hvar heldur hann dagin í dag, jóladag?
- Eg ætlaði at vera á Sandi um jólini, men støðan í løtuni gjørdi, at vit blivu í Havn. Í dag fara vit at vitja svigerfamiljuna, og í morgin, 2. jóladag, fara vit eitt rend til Sands til foreldur míni.
Jan Mortensen sigur, at tey ótu gás í gjár, jólaftan, og í dag og í morgin er visnað kjøt og dunnur á menu'ini.
Men, keypir Jan Mortensen jólagávur?
- Ja, eg keypi fleiri, hóast konan hevur keypt væl fleiri enn eg, sigur hann.
Hevur tú nakra meining um jólastákanina?
- Tað týdningarmesta er ikki at gloyma hugnan og at vera saman við teimum nærmastu, og so at dempa fyri tí handilsliga rokinum, heldur Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá fíggjarmálaráðnum.