Í Føroyum eiga vit at fáa skil á øllum virkseminum, sum terapeutar av øllum handa slagi, hava.
Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður og lækni.
Í orðaskifti í Løgtinginum helt hann fyri, at tað má halda uppat, at út ímóti annaðhvørt fólk sleppur at geva seg út fyri at vera terapeut og fer í holt við at viðgera fólk fyri allar møguligar trupulleikar.
Hann staðfestir, at tað ber væl til at lesa til terapeut umvegis internetið og so bjóða seg fram at viðgera fólk.
Hann heldur, at áðrenn nakar sleppur at viðgera fólk, eiga myndigleikarnir at tryggja sær, at terapeuturin hevur ein fakliga útbúgving, sum kann góðtakast.
Nú heitir hann á landsstýrismannin at taka málið upp.
- Tað ber ikki til at geva fólki eina falska trygd, men tað er ógvuliga skjótt, at tað hendur, sigur Jenis av Rana
Sirið Stenberg, tingkvinna, tekur undir við hesum og eisini hon heitir á Karsten Hansen um at eftir kanna hesa frumskógina, sum hon kallar tað, at terapeutum og ráðgevarum.
- Tað er ikki óvanligt, at fólk, sum verða sjúk, søkja allar møguleikar fyri at verða frísk, men mangan endar tað bara við, at tað sita eftir við eini stórari rokning fyri viðgerð, sum í ringasta føri, ikki hjálpir.
- Her eigur tað almenna avgjørt at vera á varðhaldi, sigur Sirið Stenberg.
Karsten Hansen ásannar, at hetta er eitt øki, sum hevur ligið á láni í nógv harrans ár.
Tí er neyðugt, at vit fáa hesi viðurskifti í rættlag, sigur landsstýrismaðurin.
Men í orðaskiftinum, fekk Kringvarpið eisini eitt nefs.
Karsten Hansen heldur, at tað gongur næstan ikki vika, at ikki okkurt nýtt slag av terapeuti sleppur at føra seg fram í almenna kringvarpinum, har hvørt er meiri fantastiskt enn annað.
Rósa Samuelsen vildi hava at vita, hvat landsstýrismaðurin helt um tað, at terapeutar sleppa at marknaðarføra seg soleiðis í Kringvarpinum.
Karsten Hansen heldur, at tað næstan sá út, sum um at Kringvarpið uppfataði tað, sum ein part av sínari almennari tænastu at marknaðarføra terapeutar av øllum handa slagi, sum vit ikki vita nakað um, og sum ikki eru góðkendir.