Mugu ikki binda okkum føst í Vágum

- Tað er ein stórur spurningur um tað er rætt at byggja vøllin í Vágum so nógv út, sum Johan Dahl ætlar, sigur John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum

- Um nakrar fáar mánaðir fáa vit úrslitið av eini vindkanning, sum vísir okkum, hvar tað liggur væl fyri at gera flogvøll í Føroyum.

- Og henni eiga vit at bíða eftir!

John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðaflokkinum setir stórt spurnartekin við, um tað er rætt at byggja flogvøllin í Vágum so nógv út, sum Johan Dahl hevur bygt út.

- Vit eiga ikki at gera tað heilt stóru útbyggingina í Vágum fyrrenn vit vita við vissu, at tað er har, okkara framtíðar flogvøllur skal vera, hevur hann áður sagt fyri Sosialinum og tað ta útsøgnina stendur hann framvegis við.

Í øllum førum vil hann hava, at útbyggingin ikki kostar tær 412 milliónirnar, sum Johan Dahl skjýtur upp, men at hon verður hildin innanfyri tær 365 milliónirnar, sum eru til taks úr íleggingargrunninum.

- Men byggja vit flogvøllin í Vágum út til fulnar, kunnu vit gloyma alt um ein annan vøll tey næstu 40 árini, hóast kanningin skuldi komið til tað úrslit, at okkurt annað stað í Føroyum er betri hóskandi at gera flogvøll á.

Kanningin, hann sipar til, er vindkanningar, har úrslitið eftir ætlan verður klárt í vár.

Tí ivast hann stórliga í ætlanini hjá landsstýrismanninum í vinnumálum.

Hann setir nú sítt álit á, at vinnunevndin, sum fær málið til viðgerar, gevur sær góðar stundir at venda hvørjum steini í málinum.

- Vit mugu tryggja okkum, at málið fær so nágreiniliga viðger sum gjørligt har at allir upplýsingar verða fingnir til vega, so at málið ikki verður skrumblað ígjøgnum og druknar í fíggjarlógarviðgerðini og øðrum, nú uppundir ársenda.

Les eisini greinina: Johan Dahl farin ov langt.