Mugu ikki avmarka hugflogið

– Í føroyskum søgnum spæla huldufólk ein stóran leiklut. Áður trúðu fólk, at slíkt kundi henda og kanska hendi tað veruliga, sigur Búi Egason Dam.

 

Brádliga steðgaði upp hjá Búa Egasyni Dam.

- Tað eru nú fýra ár síðani, at eg skilti, at alt var ikki, sum tað átti at vera. Eg var ónøgdur. Eg fann onga nøktan í nøkrum, eg tókst við. Yvir eitt ár, tvey, kanska, byrjaði eg at broytast. Alt tað, sum eg virðismetti, alt tað, sum gjørdi meg til eitt menniskja – at eta góðan mat var óbehagiligt, eg kundi ikki skapa, tí eg fekk ikki hugsa, gleðin frá seksualdriftini var burtur – alt hetta hvarv, alt bleiv tómt, greiðir hann frá.

 

 

Í Vikuskiftissosialinum er ein longri samrøða við Búa Egason Dam.

 

Yoga gjørdist amboðið at koma burtur úr tunglyndinum, og í síni leitan, hevur Búi Egason Dam nú fleiri ferðir verið í India. Hann sigur, at honum dámar ómetaliga væl India, og kanska serliga, at hugsunarhátturin har er so nógv minni tengdur at tí rationella.

– Í India eru tey nógv meiri opin fyri tí, sum ikki kann greiðast frá, sigur hann og heldur, at hesin hugsunarhátturin líkist meiri tí, sum vit høvdu í Føroyum áður.

 

– Í føroyskum søgum og søgnum spæla huldufólk ein stóran leiklut, og vit lesa nógv um til dømis hamferð. Áður trúðu fólk, at slíkt kundi henda og kanska hendi tað veruliga, sigur hann.

 

Hann vísir á stuttsøguna Mirakelet eftir William Heinesen. Í hesi søguni dettur ein eldri, klænur maður út gjøgnum eitt vindeyga, og av tí at hann er vorðin so klænur, tekur vindurin hann, og blæsir hann til himmals. Ella soleiðis sær deknurin, sum sær mannin detta, tað. Sonur eldra mannin sær ikki mannin detta, men finnur hann liggjandi undir vindeyganum, og kemur til ta niðurstøðu, at pápin er dottin niður.

– Tað veldst um sjónarmiðið, ein hevur. Vit eru givin at undrast um ting, ið henda, og tí eru vit eisini givin at uppliva undrunarverd ting. Vit liva nú í eini ein-dimensionellari verð, har vit einans trúgva tí, vit síggja, sigur Búi Egason Dam og heldur, at vit eru fátækari av hesum.

 

– Við at avmarka, hvussu tú upplivir heimin, avmarkar tú eisini títt hugflog. Og við at avmarka títt hugflog, avmarkar tú eisini, hvussu tú upplivir heimin.

 

Les alla samrøðuna og hvussu Búi samanber tunglyndi við trøllini í ævintýrunum, í Vikuskiftissosialinum.