Mugu hyggja frameftir

Heidi Petersen, framsøgukvinna hjá Tjóðveldisflokkinum sigur í einum tíðindaskrivi, at Tjóðveldisflokkurin tekur undir við ætlanini um at gera ein miðnámsdepil í Marknagili. Hon leggur dent á, at tað ræður um at hyggja frameftir

? Vit hava sent hatta tíðindaskrivið út fyri at gera vart við okkara støðu, sigur Heidi Petersen.
Hon vísir á, at hetta arbeiðið byrjaði, meðan Tjóðveldisflokkurin umsat mentamál, og ræður tað um at fáa málið at koyra víðari, sigur hon.
Hon heldur fram, at flokkurin sær nógvar møguleikar í einum miðnámsdepli, har alt møtist.
? Tað ræður fyri alt í verðini um at hyggja frameftir, tá tað kemur til miðnámsskúlarnar, sigur Heidi Petersen.
Ætlanin um at gera miðnámsdepilin í Havn kemur at hava við sær, at eini 1.500 fólk verða savnað á einum staði. Men samstundis er greitt, at fiskivinnuskúlin í Vestmanna ikki verður ein partur av deplinum.
Tað undrast Kristian Magnussen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum stórliga á. Hann spyr, hvussu tað ber til, at man vil byggja eina so lítla eind, meðan tað samstundis er so umráðandi, at allir skúlarnir í Havn verða kroystir saman í Marknagili, sum hann tekur til.
Til hetta sigur Heidi Petersen, at hendan ætlanin er við atliti til teir skúlarnar, sum eru í Havn. Har skal ongin skúli flytast úr einari bygd til Havnar. Hon dugir somuleiðis heldur ikki at síggja nakað til hindurs fyri, at Fiskivinnuskúlin kann koma við í hetta samstarv í framtíðini.
? Um so næmingar, sum ganga tað fyrsta árið á Fiskivinnuskúlanum, finna útav, at tey heldur vilja okkurt annað, so kunnu tey biðja um at verða flutt til Havnar. Og øvugt, sigur hon.
Ætlanin opnar nógvar dyr, heldur Heidi Petersen, og leggur dent á, at tað er umráðandi at hugsa um tað fakliga støðið.
? Vit hava hug at læsa okkum fast í, at tað er bara ein máti at taka miðnámsútbúgving uppá. Men tað er umráðandi, at vit kunnu tryggja fakliga støðið soleiðis, at tað lýkur fakligu krøvini, sum allur heimurin setur. Ikki bara donsku skúlarnir.
Heidi Petersen sigur seg annars hava skilt, at tað ikki eru allir limir í Javnaðarflokkinum, sum taka undir við sjónarmiðunum hjá Kristiani Magnussen.
?Tá man hevur tosað við aðrar limir í flokkinum, so er tað í øllum førum ikki tann fatanin, ein fær. So tískil er tað stórt spell, um ein einkultpersónur fer inn og setur seg ímóti hesi ætlanini, sigur Heidi Petersen.