-Mugu hyggja eftir alternativum flogvølli

Í næstum verður frágreiðing latin landsstýrinum um útbygging av flogvøllinum í Vágum og uppskot um, hvussu haldast skal fram við at kanna møguleikarnar fyri alternativum flogvølli.

Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri sigur, at tað liggur í kortunum, tá Vinnumálaráðið í næstum fer at mæla løgmanni til at taka upp samskifti við forsætisráðharran um flogvøllin í Vágum, at man eisini fer at vísa á, hvat skal gerast frameftir tvs. uppá longri sikt. Tann parturin, sum fevnir um útbygging av verandi flogvølli verður vantandi avgreitt í landsstýrinum í juni mánað. Næsti parturin at taka upp verður so spurningurin um ein alternativan flogvøll.

Nú tað hevur verið frammi oftani, at tørvur er á einum alternativum flogvølli í Føroyum spurdu vit Bjarna Djurholm, landsstýrismann, hvør hansara egna meting er í hesum máli.

Taka vit Hetland, so eru har fýra flogvøllir, og tað er helst ásannandi teirra veðurviðurskiftum. Og við tí gongd í Føroyum, har vit hava sett okkum fyri at vera millum fremstu lond í 2015, er tað ikki meira enn sjálvsagt, at vit eisini kanna alternativar flogvøllir.

Landsstýrið hevur fingið eina fyribils frágreiðing, sum sigur, at tað er møguligt at gera flogvøll á Glyvursnesi uppá 1800 metrar. Tað sama í Søltuvík, meðan man er ivasamur um Skorðhæddina. Men henda kanningin er ikki endalig og fær landsstýrismaðurin eina av komandi vikunum eina niðurstøðu um hesi viðurskiftini. Eg kann bert siga, at allir møguleikar eru opnir.

Bjarni Djurholm ger greitt, at eitt nú vágafólk, sum kanska síggja flogvøllin í Vágum hóttan, tá tosað verður um nýggjan flogvøll, hava onga orsøk til at bera ótta. Vit síggja fyri okkum, at økist flúgvingin í Føroyum og vit innan fyri eitt 10 ára skeið ella longuri hava brúk fyri einum øðrum flogvølli, so hava vit ikki brúk fyri einum men fyri báðum flogvøllum. Her eru tað ikki minst veðurviðurskiftini, sum spæla inn, og tí skal hædd verða tikin fyri teimum, tá vit fara undir at tosa um ein alternativan flogvøll.

Vinnumálaráðið er annars í gongd við at gera avtalu við ES um, at vit gerast partur av ECAA avtaluni, sum merkir, at flúgving til og úr Føroyum verður at meta javnt við flúgving í Europa, og tað merkir, at útlendsk feløg kunnu flúgva til Føroyar uttan nakað serstakt loyvi. Tey skulu bara lúka tær flogteknisku treytirnar, sum eru. Tað merkir so eisini, at eitt nú Atlantsflog kann flúgva frítt í Europa. Tað fer at seta stór krøv til Atlantsflog men so sanniliga eisini geva Atlantsflog og somuleiðis nýggja felagnum FaroeJet møguleikar.