Mugu hugsa seg væl um

Vit hava spurt landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hvussu hann sær støðuna, nú ikki er óhugsandi, at fiskiflotin verður lagdur.

Hvørjar vónir hevur tú um, at reiðarar og manningarfeløg fara at semjast?

- Tað er trupult at meta um, men tað letur til, at trupult verður at koma undir land við einum nýggjum sáttmála. Reiðarar tykjast vilja hava broytingar, men tað er sjálvsagt ógjørligt at siga, hvussu hart partarnir fara at koyra tað.

Hvat fer eitt møguligt verkfall/ verkbann í fiskiflotanum at merkja?

- Eitt møguligt verkfall ella verkbann er sera álvarsamt. Tað er sjálvandi ein álvarsom støða, tá verkfall er í eini so stórari høvuðsvinnu, sum okkara fiskivinna er, og tí er at vóna, at partarnir – so ella so – finna fram til semju.

Hevur tú nakra áheitan á partarnar í trætuni?

- Eg vóni bara, at báðir partar – reiðarar og manningarfeløg – skilja álvaran í støðuni og hugsa seg væl um, áðrenn fiskiskipaflotin við verkfalli ella verkbanni verður lagdur. Partarnir noyðast at loysa trupulleikarnar í felag, og vit kunnu bara vóna, at funnið verður fram til semju, soleiðis at fiskiskipaflotin ikki verður lagdur, sigur landsstýrismaðurin.