Randi Jacobsen
John William Joensen, stjóri á Norðlýsinum brúkar ikki tey stóru orðini, nú Kringvarp Føroya er við at gera stórar skerjingar í skránni, og starvsfólk í hópatali verða søgd úr starvi.
- Tað er harmiligt, at starvsfólk verða søgd úr starvi, men vit mugu minnast til, at allir miðlar seinastu árini hava verið gjøgnum stórar niðurlaðingar. Vit liva í eini broytingartíð, og allir miðlar hava sagt fólki upp, sigur John William Joensen.
Hann heldur, at Kringvarp Føroya eins og hinir miðlarnir hava gjørt, noyðist at umstilla seg, og leiðslan verður noydd til at hugsa øðrvísi.
John William Joensen vísir á, at Mentamálaráðnum er álagt at spara nógvar milliónir krónur heilt fram til 2015, og atlit eru ikki tikin til lønar- og prísvøkstur. Tað almenna megnar ikki at halda Kringvarpi Føroya uppi á sama støðu sum áður.
- Hvat enn verður gjørt, vóni eg, at atlit verða tikin til privatu miðlarnar, so teir ikki verða dripnir við at bjarga almenna kringvarpinum, sigur John William Joensen.