Hondbóltur
Kvinnuliðini hjá StÍF og Kyndli dystaðust á Skála mikukvøldið, og tó at talan ikki var um nakran oddadyst, so var ein ávísur spenningur, tí undan dystinum vóru bæði liðini partur av stríðnum um at sleppa undan niðastu sessunum í deildini.
Tí stríðnum er StÍF ikki longur partur av. Tær vunnu nevnliga ein tryggan sigur á Kyndli, sum sostatt framvegis er á niðasta plássinum. Ein støða, sum tær tó enn kunnu broyta, tá tær um góðar tvær vikur fáa vitjan av Søljuni.
Lítil spenningur
Grundarlagið undan sigrinum varð staðfest longu fyrsta korterið, ta´Kyndil als ikki fekk fótað sær í dystinum. Verjuspælið hekk als ikki saman, soleiðis at StÍF sera lættliga slapp framat opnum málmøguleikum, og heldur í álopspartinum megnaðu tær grønu at seta seg ígjøgnum.
Undan steðginum fingu tær tó pyntað nakað um, men hóast Fríða Petersen fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sýndi veruligt stórspæl, so megnaðu liðfelagarnir ikki í nóg stóran mun at fylgja hesum upp.
Eitt skifti kom munurin annars niður í trý mál, men tá StÍF so framdi eitt lítið skift, fekk Kyndil ikki fylgt við meira. Katrin Petersen er kanska ikki so kvik sum nógvar av yngru liðfeløgum hennara, men hon hevur eitt gott bólteyga, og hetta blandað saman við góða strikuspælinum hjá Poulu D. Olsen var nóg mikið til aftur at skræða Kyndils-verjuna sundur, soleiðis at sigurin kundi endaliga staðfestast.
Framtíðin
Hjá báðum liðunum hevur annars fyri tað nógva verið galdandi, at tey hava nýtt árið í ár til at byggja nakað upp, sum felagið kann grunda framtíðina á.
Heiðursmerki hava ongantíð verið havd á tunguni hjá Kyndli, og síðani StÍF liðið varð skert í heyst, hevur hetta so heldur ikki verið nakað tema her.
Tað er heldur einki at ivast í, at hóast laku úrslitini, so hava fleiri av annars óroyndu leikarunum á liðunum báðum fingið nakrar royndir, sum kunnu koma væl við komandi árini. Sjálvsagt er neyðugt við styrki uttan ífrá, um liðini veruliga skulu gera seg galdandi frammi í oddinum, men bulurin av heimligum leikarum skal eisini megna at bera eitt fitt petti av vegnum, og júst í hesum tykjast bæði Kyndil og StÍF at vera komin væl áleiðis, um sammett verður við, hvussu hesir partar av liðnum vóru fyri við ársbyrjan.
So tað kundi væl hent seg, at tað verður meira at smílast at í so máta hjá viðhaldsfólkunum komandi árini. Men tað krevur so eisini, at leiðslurnar í feløgunum báðum geva kvinnuliðunum somu møguleikar sum mansliðunum við tí útlendska styrkinum, sum krevst til eina oddastøðu.
Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 27-20 (13-8)
Málskjúttar
StÍF: Poula D. Olsen 6, Anna B. Daneielsen 6, Melica Ergic 5(2), Ninna K. Johannesen 4, Sunfríð B. Jacobsen 3(1), Poula B. Høgnesen 2, Katrin Petersen 1
Kyndil: Annika Thomsen 5, Anja Heinadóttir 4, Randi Wardum 4, Ann-Mari Wang 3, Hildur Mikkelsen 2, Linda Weihe 1, Sabine Frølund 1(1)
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 3
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 2
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen










