Tá Eivør fríggjadagin klokkan 17.20 stígur á pall í Afreds Scene á Jelling Festivalinum, er tað við einum glógvandi viðmæli frá donsku tónleikamiðlinum Gaffa. Eivør er nevniliga millum tey ellivu nøvnini, ið miðilin mælir gestunum til at lurta eftir.
Tað er talan um nøkur stór nøvn, ið føroyska sangkvinnan verður sett í samband við, harímillum Queen + Adam Lambert og Skillet.
- Føroyska songkvinnan og songskrivarin við krystalkláru einglarøddini gav í fjør út tvær framúrskarandi útgávur, ensktmæltu Bridges og føroysku Slør, ið báðar fingu fimm stjørnir frá Gaffa, eins og hennara konsert í Musikhuset Aarhus í september. Vænta vakrar sangir á bæði enskum og føroyskum við týðiligum íblástri frá føroyska tónleikaarvinum.
Bólkarnir, ið Gaffe nevnir eru Queen + Adam Lambert, The Lone Bellow, Skillet, Blaue Blume, Eivør, I’ll Be Damned, Velvet Volume, Saveus, Jonah Blacksmith, Virgin Suicide og The Minds of 99.