Í Barnaverkætlanini hava børnini talað: Skapið okkum góðar og tryggar karmar. Hjálpið okkum, ÁÐRENN tað er ov seint. Arbeiðið saman, tá ið vit hava tað trupult. Júst hesum ætli eg mær at raðfesta, verði eg valdur á Løgtingið 26. Mars
Ongantíð áður hava politikarar latið børnini sleppa til orðanna. Men nú hava tey talað.
Við Barnalógini og Barnaverkætlanini, sum undanfarna samgonga tryggjaði, hava vit eitt ítøkiligt amboð, so at vit frameftir kunnu arbeiða málrættað við tí, sum børnini sjálvi ynskja av okkum.
Tey biðja um, at starvsfólk, sum eru um tey – námsfrøðingar, lærarar og onnur – fáa bestu karmar at arbeiða undir.
Tey biðja um størri samstarv millum ymsu fakbólkarnar, ið eru um tey.
Og tey biðja ítøkiliga um at verða loftað tíðliga, tá ið trupulleikar stinga seg upp.
Vit hava spurt børnini, hvat tey halda. Nú er tíðin komin til næsta stigið, nevniliga at raðfesta tað, tey hava sagt.
Allir fakbólkar, sum eru um børn, skulu fáa neyðugu førleikarnar og karmarnar til samstarv, so børnini ongantíð detta niðurímillum. Barnalógin leggur upp til eina felags handlingsætlan, sum øll skulu arbeiða eftir, so at øll toga sama veg.
Tá ið samstarvið er gott millum ymsu fakbólkarnar, fáa vit eisini betur loftað teimum børnum, sum stríðast – og foreldrum teirra. Bíða vit ov leingi við røttu hjálpini, fáa vit óneyðuga nógvar truplar støður. Bæði óneyðugt stríð hjá foreldrum at børnum við breki ella avbjóðingum - og óneyðuga nógv barnaverndarmál. Seta vit hinvegin inn tíðliga, ber til at veita røttu hjálpina alt fyri eitt og venda gongdini.
Familjur við børnum, sum stríðast ella hava serligar avbjóðingar, skulu fáa ein samskipara, sum tekur um endan og tryggjar, at barnið altíð fær neyðug tilboð.
Hetta skal vera eitt lággáttartilboð, so at øll, sum hava tørv á hjálp og venda sær til myndugleikarnar, verða loftað.
At raðfesta barnarættindi er ikki nøkur sjálvfylgja í politiska heiminum. Men vit hava víst, at vit taka børn, barnakor og allar fakbólkar, sum eru um børnini, í størsta álvara.
Barnalógin er grundarlagið og fyrsta stigið av arbeiðinum. Men enn er nógv eftir at gera.
Um tit eisini vilja, at Føroyar skulu vera heimsins besta barnaland – fyri øll børn! - so vita tit, hvar krossurin skal setast.
Djóni Nolsøe Joensen, valevni Javnaðarfloksins og Føroya fyrsti Barnamálaráðharri












