Danski hondbóltsdómara-instruktørurin, Johnny Tauman hevur enn einaferð verið í Føroyum, og hevur havt skeið fyri hondbóltsdómarunum í Runavík um vikuskiftið.
Johnny Tauman sá eisini báðar stórsteypadystirnar í Hoyvíkshøllini, har hann kom við evalueringum.
Johnny Tauman leggur dent á, at tað er sera týdningarmikið, at spælarar, venjarar og áskoðarar hava tol við teimum óroyndu dómarunum, tí tað eru nógvir óroyndir dómarar sum skulu døma í tí komandi kappingarárinum.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Karstin Joensen, hondbóltsdómara, og eina samrøðu við Johnny Tauman. Samrøðurnar vóru beinleiðis í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 í gjárakvøldið.