Mugu hava størri havn

Formaðurin í Tórshavnar Havn heldur, at havnarútbyggingin ikki má steðga vegna rokinum um Skansan. Heldur metir Sjúrður Olsen, at Skansin kemur betur til sín rætt, tá útbyggingin er framd

Seinastu dagarnar hevur nógv kjak verið um ætlaðu útbyggingina av Tórshavnar Havn. Eitt nú hevur eitt hoyringsskriv frá Fornminnisavninum – sum leiðarin á savninum tó ikki visti nakað um – verið nógv frammi.

 

Fyrr í dag segði Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur, at hann helt, at kommunan átti at troytt aðrar møguleikar, men hesum er formaðurin fyri Tórshavnar Han als ikki samdur í. Sjúrður Olsen heldur, at tørvurin á eini havnarútbygging er sera stórur, og hann heldur ikki, at nøkur orsøk er at vera bangin um Skansan, um hetta er trupulleikin.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Sjúrður Olsen segði við Rás2 í dag.