Mugu hava stig í Evropa hóskvøldið

Føroyski roknskapurin hevur brúk fyri sigrum og javnleikum hóskvøldið

Í fjør fingu føroyingar metnógv stig í evropeisku kappingunum. Á yvirlitinum hjá UEFA fingu vit 1,375 stig. Summarið 2013 var eisini rættiliga gott, tá fekk føroyskur felagsfótbóltur 0,875 stig. Á sumri í 2012, og á sumri í 2011 fekk føroyskur felagsfótbóltur 0,500 stig.

 

Higartil í ár er føroyskur felagsfótbóltur á null stigum. Tí hevur tað týdning, at HB, NSÍ og Víkingur stríðast fyri at fáa minst ein javnleik, fyri ikki at tala um ein sigur í teirra Europa League dystum hóskvøldið. Fyri at hála inn á Litava hevði ein HB-heimasigur sigur ímóti Trakai verið sera gagnligur. 

 

Føroyar hava 3.250 stig fyri tey seinastu fimm árini á UEFA-roknskapinum. Malta hevur 2,833 stig fyri seinastu fimm árini, og Wales hevur 2,750 stig fyri seinastu árini. Tí var tað duppultur skaði, at B36 ikki helt javnleiki 1-1 ímóti TNS úr Wales, tí so høvdu Føroyar nú verið á 3,500 stigum fyri seinastu fimm árini, og Wales hevði verið á 2,500 stigum fyri seinastu fimm árunum. Tí var málið hjá TNS í yvirtíðini á Tórsvølli ein baksláttur við lít.

 

Soleiðis síggja stigini út hjá 10 teimum lægstu londunum í evropeiskum felagsfótbólti fyri fimm tey seinastu árini. Talið uttast til høgru er talið av liðum, sum enn eru eftir í teimum evropeisku kappingunum hetta kappingarárið :

 

4548 +3https://en.wikipedia.org/wiki/Estonia Estland0.3750.3751.0001.5000.8754.1253/4
4645 –1https://en.wikipedia.org/wiki/Lithuania Litava1.0001.1251.2500.5000.2504.1254/4
4741 –6https://en.wikipedia.org/wiki/Montenegro Montenegro0.5001.3751.2500.7500.1254.0004/4
4851 +3https://en.wikipedia.org/wiki/Armenia Armenia0.1250.8751.1250.3751.1253.6254/4
4949 —https://en.wikipedia.org/wiki/Faroe_Islands FØROYAR0.5000.5000.8751.3750.0003.2503/4
5047 –3https://en.wikipedia.org/wiki/Malta Malta0.8330.8750.8750.1250.1252.8334/4
5150 –1https://en.wikipedia.org/wiki/Wales Wales0.6250.5000.7500.1250.7502.7504/4
5254 +2https://en.wikipedia.org/wiki/Gibraltar Gibraltar0.0000.0000.0000.2500.7501.0002/212
5352 –1https://en.wikipedia.org/wiki/Andorra Andorra0.0000.0000.3330.5000.1660.9992/323
5453 –1https://en.wikipedia.org/wiki/San_Marino San Marino0.0000.0000.3330.0000.0000.3332/3