Tórshavnar kommuna og Fróðskaparsetur Føroya hava í dag gjørt samstarvsavtalu um menning av Fróðskaparsetri Føroya, so útbúgvingarliga og granskingarliga virksemið hjá Setrinum verður savnað - kanska eisini við atknýttum lestraríbúðum og granskaraíbúðum.
Í løtuni eru tey lesandi á Setrinum um 800, men visjónin er, at tey næstu 10 árini skulu gerast 1500 í tali, og tað passar væl til málið hjá Havnini sum universitetsbýur við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum altjóða granskingarumhvørvi.
Samstarvið gongur í fyrsta umfari út uppá, at gerast skal ein ætlan fyri eitt universitetskampus, har alt útbúgvingarliga og granskingarliga virksemi Setursins verður savnað við Debesartrøð og á Frælsinum, men eisini við møguleikum at víðka universitetsøkið við tíðini.
Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tosaðu við Rás 2 í dag.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við teir báðar.