Mugu hava meiri at bjóða ferðafólki enn plastbátar í Havn

Ætlanin at byggja eitt føroyskt víkingaskip, gongur eftir ætlan.

 

Tað sigur Finnbjørn Hovsgarð í Hovi, betri kendur undir navninum Bróðir.

 

Hann er ein av stigtakarunum til víkingadagarnar í Hovi, sum hava verið á fjórða sinni hetta vikuskiftið.

 

Bróðir sigur nógv fólk hava vóru á víkingadøgunum hesa ferð og tað vóru nógvar orsøkir til tað.

 

- Veðrið var av tí besta. Tað var tað ikki í fjør, tí tá fóru tjøld í luftina av vindi. Smyril sigldi ókeypis, so tað vóru eisini nógv fólk norðaneftir.

 

Samstundis vóru víkingadagarnir meiri fjølbroyttir hesa ferð, enn teir hava verið. Men tað, sum av álvara gjørdi munin var, at tey høvdu fingið danska víkingaskipið, Helge Ask at koma til Hovs og tað var nóvar túrar í fjørðinum við fólki.

 

Serliga hugar tað Bróðuri, at so nógv børn og ung vístu áhuga fyri víkingaskipinum og vildu sleppa ein túr við tí.

 

Annars vóru víkingar úr Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi eisini við í víkingadøgunum í ár.

 

Tað er nakað síðani, at hovbingar tóku stig til at smíða føroyingum eitt víkingaskip. Bróðir sigur, at gongd er í málinum og tað er nú komið hartil, at umsókn send Mentamálaráðanum um stuðul til endamálið.

 

- Verður umsóknin úr Føroyum gingin á møti, og vit sostatt kunnu vísa á, at vit sjálvi taka undir við ætlanini, verður tað munandi lættari at søkja norðurlendskar grunnar um stuðul.

 

Víkingaskipið, ætlanin er at smíða, verður smíðað við fyrmynd í Tuneskipinum, sum er fyrsta víkingaskipið, sum var funnið, Tað var funnið í einum útgrevstri í Noregi í 1867. Tað var einar 20 metrar langt og hevði helst 11 ella 12 bekkir. Víkingaskipið, hovbingar ætla at smíða, er 18,5 metrar langt 4,5 metrar breitt.

 

Bróðir staðfestir, at víkingatíðin er ein ómetaliga stórur partur av okkara mentan, men kortini hava vit at kalla onki at vísa ferðafólki frá hesi tíðini.

 

- Tí ætla vit, at ferðafólk skulu fáa høvi til at síggja annað enn plastbátarnar í Havn, sigur hann.

 

Vìkingaskipið, ætlanin er at smíða, skal smíðast í Suðuroy, Men tað er ikki greitt, akkurát, hvar í Suðuroy. Men Bróður sigur, at talan er um eitt víkingaskip til allar føroyingar, og at bátasmiðir úr øllum Føroyum skulu fáa høvi at vera við.

 

Hinvegin er tað greitt, at tað skal hava neyst í Hovi.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá víkingadøgunum í Hovi