Mugu hava mótspæl til Watson

- Vit mugu leggja eina ætlan fram til næsta summar, tí vit kunnu ikki seta okkum afturá, lata sum luft og verða fornermað inn á altjóða fjølmiðlar, sigur Jákup Sverri Kass, formaður í Ferðavinnufelagnum. Umstríddir umhvørvismenn hava boðað frá, at teir koma til Føroya næsta summar at steðga føroyingum í at drepa grind. Annar teirra er Paul Watson, sum er ein gamal kenningur hjá føroyingum.

Roknast kann við, at Føroyar koma undir stórt altjóða trýst um eitt gott hálvt ár, og tað kann ganga út yvir útflutning og eitt nú ferðavinnuna.

Jákup Sverri Kass, sum er formaður í Ferðavinnufelagnum, heldur, at Føroyar hava verið alt ov defensivar.

- Vit mugu hava eitt mótspæl til umhvørvisfelagsskaparnar, og tað skal fyrst og fremst koma frá Uttanríkisráðnum, sigur hann.

- Vit eiga at leggja dent á tríggjar lutir í okkara mótspæli. Vit mugu vísa á, at stovnurin av grindahvalum er ikki hóttur, at grindadrápið er ein føroyskur mentanararvur, og at drápið verður gjørt so gott og skjótt sum gjørligt. Vit mugu eisini tora at hyggja at skipanini kring grindadrápið - lúka tær vánaligu hvalvágirnar frá, og til dømis lata roynd fólk skera á háls.

- So leingi sum ein meiriluti av føroyingum er fyri grindadrápi, so kunnu vit ikki steðga tí. Men hinvegin vil eg siga, at tað skal vera ein meiriluti fyri grindadrápinum, annars eiga vit at gevast.

Vit mugu leggja eina ætlan fram til næsta summar, tí vit kunnu ikki seta okkum afturá, lata sum luft og verða fornermað inn á altjóða fjølmiðlar, sigur Jákup Sverri Kass.