Áskoðarar
Tað kann ikki sigast annað enn, at A-landslið okkara í fótbólti hevur havt góðan stuðul, tá teir hava ferðast kring Europa, har ymsu landsdystirnir eru á skránni.
12. maður hevur verið við at kalla hvørja ferð, men hetta hevur altíð verið sum moralskur stuðul frá áskoðaraplássunum.
Landsdyst
Hesa ferð verður tó øðrvísi. Formaðurin í 12. manni, Regin Egholm, greiðir frá, at teir á ferðini til Luksemburg eisini skulu spæla landsdyst. Talan er sjálvandi um dyst móti áskoðarunum hjá Luksemburg, og eisini hesin verður spældur leygardagin.
Regin greiðir frá, at teir hava veri ðí sambandi við onkran av teimum, sum plaga at skipa fyri upphitingini hjá áskoðarunum, tá Luksemburg spælir sínar dystir, og avtalað er so teirra millum, at hesa ferð skulu áskoðararnir eisini sleppa at royna seg.
Áskoðarabólkurin hjá mótstøðuliðnum hevur verið í samband við lokala fótbóltssambandið, og hesir hava játtað at hjálpt til við fyrireikingunum. Sostatt er vøllur fingin til vega, eins og fótbóltssambandið eisini syrgir fyri, at dómari er settur at døma dystin. Alt fyri at tiltakið skal hava so hátíðarkendan dám sum gjørligt.
Tískil hava tey, sum hesa ferð fara við landsliðnum, fingið eitt bræv, sum er álíkt teimum, sum Allan Simonsen plagar at senda sínum monnum. Har stendur millum annað, at leikararrnir skulu hava gyldugt ferðapass og skógvar til at spæla á grasi.
Regin Egholm sigur annars, at hann sjálvandi gleðir seg til ferðina, og ikki minst til fótbóltsdystin. Han sigur, at teir fyrr hava roynt seg í millum øðrum bowling dystum móti mótstøðulondum, men at hetta er fyrsta ferð, at talan verður um fótbóltsdyst.
Dysturin millum áskoðararnar hjá Luksemburg og Føroyum verður leiktur leygardagin kl. 13.00, so hóast hetta, so skuldi ikki verið nakar trupulleiki at komið til A-landsdystin millum londini bæði. Hesin verður spældur kl. 18.00.










