Mugu hava fleiri originalar

Gomlu Tjóðveldisumboðini góvu flokkinum lív - eisini uttan fyri Havnina, sigur nýggja valevni hjá flokkinum.

Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, hevur valt at stilla upp til løgtingsvalið umboðandi Tjóðveldi.

- Mítt aðalmál er, at flokkurin aftur verður ein fevnandi og breiður flokkur. Vit skulu geva rúm fyri ymiskleikanum, ikki vera ov kategorisk og eisini fevna um tjóðveldisfólk, sum vilja góðan gamlan tjóðveldispolitikk, sigur hann.

 

Hann heldur, at tjóðveldisveljarar kring landið kanska hava havt eina ov veika rødd seinastu árini og at flokkurin er vorðin ov einraddaður, av tí at flestu umboð floksins hava verið úr Suðurstreymoy.

- Tað er neyðugt við fleiri orginalum. Tey vóru ikki altíð samd; Heini í Kunoy, Karin Kjølbro, Signar á Brúnni, Jóngerð Purkhús, Petur Reinert, Finnbogi og Karstin – men tey hoyrdust og umboðaðu breiddina í Føroya fólki. Tey fevndu breitt, góvu flokkinum lív – eisini uttan fyri Havnina, sigur Jógvan í Skorini.

 

- Øll vit, ið búgva norðan fyri Hórisgøtu vita, at tað er ein kolossalur munur á mentalitetinum í Havn og mentalitetinum norðanfyri. Eg eri ikki ímóti býarmentanini, men tað skal vera pláss fyri báðum í einum vælferðarsamfelagið sum okkara, sigur hann í tíðindaskrivi