Suðuroyggin er í eini serligari støðu, og tí er tað eisini neyðugt at gera eina serliga skipan fyri Suðuroy.
Tað heldur Samgongan, og tí skal tað nú standa beinleiðis í nýggju alilógini, at laksur og síl, sum eru ald á firðum í Suðuroy eisini skulu virkast í Suðuroy.
Eitt uppskot um eina nýggja alilóg er sent avvarðandi pørtum til hoyringar og so verður tað lagt fyri Løgtingið, tá ið nýtt tingár byrjar á ólavsøku.
Landsstýrið ásannar, at hóast Suðuroy hevur gott sjóvegis ferðasamband, er hon fjarskotin aftur ímóti meginøkinum norðanfyri, sum er samanbundið av tunlum og brúm
– Fólkatalið í Suðuroynni minkar alsamt, hóast tað er vaksandi í landinum sum heild, og arbeiðsloysið er val hægri enn í landinum annars. Tað eru fá faklærd og ófaklærd arbeiðspláss í oynni, og fólkið leitar sær burtur at finna sær arbeiði og kemur ikki aftur, staðfestir landsstýrið.
Tí verður tað nú ein treyt fyri at hava aliloyvi á alifirðum í Suðuroynni, at fiskurin verður virkaður á virkjum í Suðuroynni.
Her er bæði talan at virka laks og síl á alifirðum í Suðuroy. Hetta kravið fevnir sostatt ikki um at virka laks ella onnur fiskasløg, sum eru ald á landi ella úti á opnum havi. Kravið fevnir heldur ikki um at virka av skeljadjór og tara.
– Ásetingin fevnir um at virka matfiski, og tað er tí ikki krav at alarin eisini skal vera smoltaling í Suðuroy.
Og tá ið kravið verður sett um, at fiskur, sum er aldur í Suðuroy, eisini skal virkast í Suðuroy, hugsar samgongan um at bløðga, kryvja og at pakka heilan rundum fisk, antin ísaðan ella frystan.
Sostatt verður tað ikki eitt krav, at alifiskurin skal hávirkast í Suðuroy, tvs, at tað verður ikki eitt krav, at hann skal virkast til portiónir ella skerast til flak í Suðuroy.
Samgongan leggur afturat, at verða treytirnar ikki hildnar, kann alarin missa aliloyvið Hinvegin kunnu tað vera serligar umstøður, har tað ikki er møguligt at virka fiskin í Suðuroy og í slíkum førum kann alarin søkja um at sleppa undan at virka fiskin í Suðuroy.
Her hugsar samgongan um støður, har tað er neyðugt at seta serlig tiltøk í verk fyri at berja sjúku og fyri at niðurberja lús og fiskurin má takast so skjótt, at tað ikki ber til at virka hann í Suðuroy, sigur samgongan.