Mugu hava eina greiða støðu til Suðuroynna

Suðuroyggin er við at detta burtur av Føroyum, og tað má Tjóðveldi hava eina greiða støðu til, sigur borgarstjórin í Vági

Samstundis sum at vit hava bestu tíðir í Føroyum nakrantíð, stríðist Suðuroyggin við størstu trupulleikarnar nakrantíð.

Tað greiddi Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, fyri tjóðveldisfólki á flokstinginum um vikuskiftið.

Dennis Holm, sum er valdur í Vágs Býráð fyri Tjóðveldi, heldur, at tann stóra avbjóðingin er at varðveita eitt samfelag sum samanhangur er í. Men tað er ikki støðan sum er, tí ein partur av samfelagnum er nevniliga við at detta burtur av.

– Suðuroyggin kann betri samanberast við Hebridurnar, enn við restina av Føroyum, segði Dennis Holm.

– Vit hava trupulleikar, tit einki kenna til norðanfyri. Fólkatalið minkar og barnatalið minkar so nógv, at tað er neyðugt at niðurlagað dagstovnaøkið.

– Inntøkugrundarlagið er 75 prosent av inntøkugrundarlagnum í Eysturoy - men vit skulu veita somu tænastur sum tey í Eysturoy.

Dennis Holm ásannar, Arbeiðsloysið er minkað, men hann sigur, at ein partur av forkláringni er, at fólk í arbeiðsførum aldri eru flutt av oynni.

– Nøkur arbeiðspláss eru komin afturat, men fleiri av teimum eru so óstøðugt, at fólk velja sær heldur okkurt annað.

– Hóast framgongd er at hóma, og skattainntøkurnar veksa, er tað frá einum so láturliga lágum støði, at ein vøkstur upp á nøkur prosent ger ongan mun, segði borgarstjórin í Vági.

– Fólkatalið í Føroyum er hækkað 3000 fólk, men í Suðuroy er tað at kalla minkað út í eitt, eisini í bestu tíð í Føroyum,

– Samstundis sum at vit hava bestu tíðir í Føroyum nakrantíð, hevur Suðuroyggin eisini størstu avbjóðingarnar nakrantíð, og tað er eitt mál, tjóðveldi noyðist at taka upp, heldur Dennis Holm.

– Tí noyðist Tjóðveldi at hava eina greiða støðu til tey økini, sum eru í ferð við at detta burtur av Føroyum, legði hann afturat.