Petur Mohr, venjari hjá KÍ, var sera fegin eftir sigurin á B68.
- Eg hugsi bara um dystin i dag. Vit eru øgiliga glaðir, men nú skulu vit hava armarnar niður, áðrenn dystin ímóti 07 Vestur sunnudagin, sigur Petur Mohr.
Hann leggur afturat, at teir mugu taka sunnudagin fyrst, og síðan taka tað harfrá.
Spurdur um tað ikki verður ein tungur burður at bjarga KÍ, staðfestir Petur Mohr, at tað verður torført, tí onnur lið mugu missa stig, um KÍ skal hava nakran møguleika.










