Mugu halda avtalurnar

Tað var ein vónbrotin Daniel Rapa, sum eftir dystin hjá VÍF mátti ásanna, at lið hansara nú er heilt nær niðurflyting

Ein av frágreiðingunum er helst vantandi royndirnar hjá liðnum, sum fyri tað nógva er í eini endurbyggingarstøðu. Men hetta einsamalt er ikki allur sannleikin, heldur Daniel.

- Tað er rætt, at okkara ikki hava so nógvar royndir. Men tú kanst ikki alla tíðina umbera við, at spælararnir eru somikið ungar. Í dag halda vit ikki avtalurnar í álopinum, og vit halda ikki avtalurnar í verjuni. Og so er tað serstakliga trupult at vinna ein hondbóltsdyst, heldur Daniel.

Enn vil hann tó ikki geva skarvin yvir.

- Tað verður trupult – eingin ivi um tað. Tað er kanska ikki eingongd nóg mikið, um vit vinna seinastu dystirnar móti StÍF og Kyndli, tí helst skulu vit hava okkurt stigið afturat. Men so leingi, sum møguleikin er til staðar, fara vit sjálvandi at stríðast fyri hesum, sigur Daniel.

-mørk