Hvalba
Tað kom Hvalbiar Kommunu ógvuliga dátt við, tá ið hon nú ein dagin fekk bræv frá Arbeiðseftirlitinum í Havn.
Arbeiðseftirlitið var fyrr í ár og kannaði skúlan og dómurin harður, at Eftirlitið krevur at stórar ábøtur verða gjørdar á skúlan.
Fyrr í ár varð tað álagt skúlum at fáa viðurskiftini kannað og tað vóru serliga ljóðviðurskiftini, sum Arbeiðseftirlitið kannaði.
Úrslititið av kanningini vístu, at ljóðviðurskiftini vóru út av lagi vánalig.
Tey vóru so vánalig, at Arbeiðseftirlitið krevur at stórar ábøtur verða gjørdar, annars verður skúlin stongdur.
Men eftirlitið góðtekur, at ábøturnar verða gjørdar í stigum.
Í nøkum rúmum í skúlanum er støðan serliga ring og har skulu ábøturnar gerast beinanvegin. Í øðrum rúmum er støðan ikki heilt so ring og tær ábøturnar kunnu gerast eitt sindur seinni.
Ábøturnar, sum skulu gerast, eru ikki so ógvuligar og umfatandi, men tær eru rættiliga dýrar og tær verða ein stór, óvæntað rokning hjá kommununi.
Fólk, sum hava skil fyri slíkum viðurskiftum hava mett fyri Kommununi, at trupulleikin kann loysast við at festa ?akustiskar kassar?, ella ?kasettur?, sum tað verður nevnt á fakmáli, upp undir loftið.
Kostnaðarmetingar siga, at hetta fer at kosta góðar 300.000 krónur við mvg.
Men kommunan ætlar ikki at liggja á boðunum.
Á bygdaráðsfundi hóskvøldið varð samtykt at útvega nágreiniligar kostnaðarmetingar og nágreiniligt yvirlit yvir tað, sum skal gerast, so at Bygdaráðið kann taka endaliga støðu á næsta fundi, sum verður seinni í mánaðinum.
Á bygdaráðsfundinum varð møguleikin nevndur at gera so nógv av arbeiðnum, sum tilbar, í jólaferiuni.
Møguliga fór tað at føra við sær, at jólaferian fór at vara nakrar dagar longri enn ætlað, men Bygdaráðið vónaði, at skúlastýri og myndugleikar annars skiltu støðuna og góðtóku tað, at skúlin ikki byrjaði aftur til tíðina av tí at talan var um eitt mál, sum ikki kundi bíða.