2. útbjóðing
-Fýra boringar eru gjørdar. Kolvetni er staðfest. Tað er gleðiligt, at tað eru oljufeløg, sum hava áhuga at halda fram her. Tá man skal gjalda kanska sjey ferðir so nógv fyri at fáa oljuna upp í Norðuratlantshavi sum í Arabisku Emeradunum, so er sjálvsagt, at onkur metir væl um støðuna, áðrenn borað verður, og kanningarnar verða gjørdar so nágreiniliga sum gjørligt. At áhugi kortini enn er fyri økinum skulu vit frøðast um.
Kári Højgaard metti tað vera sera óheppið, um virksemið steðgar og vísti til, at man hevði 8 boringar tilrættalagdar fyri eitt ávíst tíðarskeið, og út frá tí blivu tilboðini givin. Tá so av góðum grundum loyvi verður givið til eina seinking og steðgur kemur í, so er vandi fyri, at ekspertisan hvørvur. -Vit høvdu eitt felag, sum beyð seg fram og tá steðgur kemur í, bara ein boring í tvey ár, tá kanst tú ikki behalda fólkið og bara bíða, til tað einaferð byrjar aftur. Tað er sera óheppið, at stígur kemur í, men eg vóni ikki, at man ikki hevur mist royndirnar. Við hesum sipaði hann til alt tað, sum er lagt í at byggja upp útgerðarhavnina í Runavík.
Kári Højgaard helt tó sjálvur, at føroyingar í síni servisering hava klárað seg væl og hava verið góðir samstarvspartnarar. Hann metti tað vera sera týdningarmikið, at føroyingar kunnu vinna sær førleika, soleiðis at vit kunnu kappast á jøvnum føti. Hann spurdi í hesum sambandi, hví man ikki kann hava nógv fóðringsrør liggjandi í Føroyum, soleiðis, at vit eisini á jøvnum føti kunnu kappast um serviseringina beint hinumegin markið, tí vit liggja nógva tímar nærri feltunum enn t.d. Aberdeen í Skotlandi. Sum er so eru føroyskar fyritøkur ov veikar til at hava liggjandi nógv á goymslu.
Annars helt tað vera rætt, at alt tilfar og útbúnaður til oljuboringar verður flutt um føroyskan kaikant, so vit vita, hvat tað er, sum fer út á pallarnar, ið bora. Í tí sambandi spurdi Poul Michelsen, tingmaður, hvar slammið frá boringunum endar. Hann helt, at tað skuldi inn til lands, men visti einki um, at nakað slikt var komið í land í Føroyum.
Kári Højgaard helt annars fyri, at tað er sera týðandi, at vit fáa staðfest, hvussu møguligur oljupeningur skal brúkast. Tað er ikki bara sum at vinna í happadráttinum.Vit vita, at her er kolvetni, og tað hevur verið gitt, at tað møguliga kann vinnast í rakstrarverdum nøgdum. Men tað kemur at seta stór krøv til politikararnar, soleiðis at peningurin ikki avlagar samfelagið.
Framsøgumaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum var sera nøgdur við arbeiðið sum oljumyndugleikarnir hava gjørt. -Tað hevur verið fyrimyndarligt, og eg vóni fyri tað føroyska samfelagið, at vit fara at finna olju, og at vit duga at umsita tað, sum oljan fer at geva, skynsamiliga.










