- Hvørjir møguleikar hava bøndir og aðrir seyðaeigarar at sleppa av við ullina í ár, og hvørji stig eru tikin, so at skommin frá í fjør, tá meginparturin av føroysku ullini varð brend, ikki endurtekur seg. Tað skal Høgni Hoydal, landsstýrismaður, nú svara uppá.
Tí Jenis Av Rana, tingmaður og formaður Miðfloksins, hevur í kvøld sent miðlunum ein §52 spurning um føroysku ullina, sum landsstýrismaðurin verður biðin um at svara. Tingmaðurin sigur, at fyri knøppum ári síðani, meðan fólk gingu føroysku fjøllini og royndu at fáa ullina til høldar, visti útvarp kringvarpsins at siga frá, hvussu væl ull brennir á brennistøðunum.
- Flestu eru væl samd við mær í, at tó at ullin í dag ikki er "Føroya gull", so kunnu vit ikki loyva okkum hetta og at allar royndir at gagnnýta føroysku ullina mugu stuðlast, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum til spurningarnar.
Víðari sigur hann, at hóast hann fleiri ferðir seinasta árið hevur spurt um málið, hevur ikki eydnast honum at fáa sannførandi svar um, hvussu verður í ár.
- Verður gjørt sum í fyrrárið, tá figgjarliga stuðlað ullamóttøka var á royndarstøðini í Kollafirði, ella fer politiska líkasælan frá í fjør, tá játtaði stuðulin varð brúktur til onnur endamál, at endurtaka seg, spyr Jenis av Rana.
- Hóast stutt er til fyrstu fjøllini verða gingin, vóni og vænti eg, og óivað mong við mær, at landsstýrið loysir hendan trupulleikan og skipar og stuðlar eina almenna ullamóttøku. Á hendan hátt kunnu bálini, sum annars aftur kunnu hugsast at fara at brenna runt landið í summar, okkum og sokallaðu “unspoiled” náttúru og landi okkara til vanæru, verða forðað, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum til spurningarnar, sum Høgni Hoydal nú skal svara.