Fráflyting
? Tað verður neyðugt at seta fleiri almenn arbeiðspláss á stovn í Suðuroy.
Tað er Jóannes Eidesgaard, løgmaður, púra sannførdur um.
Hann sigur, at skal stóra fráflytingin úr Suðuroynni steðgast, verður tað neyðugt at seta arbeiðspláss til fólk við útbúgving á stovn í oynni.
?Eitt er, at arbeiðsloysið hjá ólærdum er stórt. Men tað skal ein bygnaðarbroyting til at steðga fráflytingini í oynni, tí heilt nógv av teimum, sum flyta, eru fólk við útbúgving, sum noyðast at flyta, tí onki arbeiði er til tey í oynni.
?Tað er at fegnast um, at eisini fleiri og fleiri ungfólk í Suðuroy nema sær útbúgving. Tann stóri trupulleikin er tann, at tað er onki starv til tey í oynni, tá ið tey eru liðug.
? Sostatt minkar talið á ungfólkið alsamt og tað er ein stórur trupulleiki.
? Hevði tað eydnast at fingið nakað av tí útbúnað fólkinum suður aftur, heðvi tað loyst nógvar trupulleikar, tí umframt at skapa arbeiði og útvega skattakrónur, hevði tað fingið lív í aftur oynna.Tað vísir seg nevniliga mangan ,at útbúgvin fólk eru góðir ígongdsetarar í nógvum ymsum viurskiftum, bæði í ítrótti, mentan og frítíðarlívi annars og í vinnulívi.
Løgmaður heldur tí, at tað er neyðugt at seta fleiri almenn størv á stovn í Suðuroy.
Tað kann gerast við at flyta almennar stovnar úr Havnini til Suðuroyar.
Hann sigur, at hesin spurningurin er við í viðgerðini, nú samgongan hevur støðuna í Suðuroynna til viðgerðar.
? Støðan í Suðuroy er hættislig og samgongan arbeiðir við málinum og roynir at finna útav, hvat tað almenna kann gera, fyri at venda gongdini.
Sum tað sæst á hinari greinini, er ein partur av hevum royndunum at fáa virkið í Vági ígongd aftur.
? Men ein týðandi partur í hesi viðgerðini er eisini at fáa flyta almennar stovnar til Suðuroyar.
Mugu skera ígjøgnum
Hetta hevur verið tosað um í nógv ár, men tað er ikki nógv komið burturúr.
Løgmaður ásannar eisini, at tað er ikki ein løtt uppgáva.
Men hann ásannar eisini, at samgongan viðgerð málið við stórari vælvild, tó at tað verður trupult politiskt.
? At málið er trupult, eigur kortini ikki at forða okkum at taka tað upp.
Hann torir heldur ikki at siga nakað um, nær nakað fer at henda.
Umframt at loysa málið politiskt, verður tað uttan iva eisini ein kampur við teir stovnar, sum kunnu koma upp á tal at flyta suður, tí tað er lítið sannlíkt, at stovnar gleðiliga flyta suður.
Løgmaður ásannar eisini, at tað verður neyðugt hjá landsstýrinum at skera ígjøgnum.
Hann veit ikki, hvørjir stovnar kunnu koma upp á tal.
Hann nevnir tó Strandferðsluna sum eitt dømi.
? Uppskot hevur verið á tingi um tað fyrr, men tað fall. Møguliga var tað bara tíð, at tíðin var ikki búgvin at viðgera tað tá.
-? Men um nøkur ár, verður Strandferðslan bara Smyril og onkrar smáar ferjur norðanfjørðs, so hon er ein møguleiki at flyta úr Havnini.
Fiskivieiðieftirlitið hevur eisini verið nevnt. Og nú tosað verður um at byggja nýggjan sjúkrasystraskúla, kundi tað eisini verið ein møguleiki at lagt hann í Suðuroy í sambandi við heilsuskúlan á Tvøroyri og Suðuroyar Sjúkrahús.