Mugu finna fyribils høli

At hølini hjá Vinnuháskúlanum undir Krákugjógv fingu stóran skaða í ódnarveðrinum herfyri, kemur serliga illa við hjá studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum, tí tríggir HF-flokkar hava havt sínar skúlastovur undir Krákugjógv.

Flokkarnir hava eisini verið í skúlanum í Hoydølum til ein part av undirvísingini, men nú kunnu hesir HF-næmingarnir ikki fara aftur í somu høli, tá skúlin byrjar aftur eftir nýggjár, tí enn er skaðin ikki umvældur.

– Hetta er stórt spell, tí vit høvdu fingið tað at rigga so væl við hesum hølunum, bæði við undirvísing, flutningi og øðrum, sigur Herleif Hammer, rektari í Hoydølum, ið tó hevur vónir um at onkur fyribils loysn verður funnin.

Eisini hava næmingar frá Vinnuháskúlanum húsast í hølunum undir Krákugjógv, men har hevur talan ikki verið um so stórar flokkar, og sum skilst, er eydnast at finna teimum onnur høli, meðan umvælingarnar fara fram.

Hoyr samrøðu við Herleif Hammer við at trýsta á pílin undir myndini.