Tað sum eg vildi hava fram í greinini var, at tað er sera umráðandi, at arbeiðið við at leggja um frá olju til varandi orku, sleppur at halda fram.
Tað var í tí sambandinum, at eg segði (sum eitt dømi), at ein hitapumpa, sum fær el-orku úr einum oljutanga á Sundi, er í roynd og veru eitt annað slag av oljufýring. Tað kann gott vera, at talan er um eina effektiva oljufýring fyri brúkaran, men framvegis skal hon hava olju, fyri at kunna virka, og hækkar oljuprísurin, so verður hon dýrari í rakstri.
Tað er tí í fínasta lagið, at fólk fáa sær hitapumpur, og uttan iva kunnu tey spara pengar við tí. Men onkursvegna er henda orkuloysnin ikki fullfíggjað, fyrr enn vit fáa ein størri part av el-framleiðsluni úr varandi orkukeldum.
Hanus Vang skrivaði, sum eina viðmerking til mín, at ein partur av el-nýtsluni, sum ein hitapumpa nýtir, er framleiddur úr varandi orku, og tí skal tað eisini takast við í roknistikkið, men so einfaldur er veruleikin ikki.
SEV framleiðir eina ávísa mongd av el-megi úr vatni og vindi, og henda mongdin verður ikki broytt av, at fólk keypa sær eina hitapumpu. Tað vil siga, at øll el-nýtslan, ið er omanfyri tað, sum SEV klárar at framleiða úr varandi orkukeldum, verður framleidd 100% úr olju (eisini galdandi fyri ta orkuna, sum føðir hitapumpurnar).
Bert 29 prosent av føroysku el-framleiðsluni í 2010 var grundað á varandi orku. Tí er sera umráðandi, at arbeiðið við hesi menning sleppur at halda fram. Annars verður tað bara ein spurningur um tíð, til vit fáa eina nógv størri el-rokning.
Lat meg so eisini undirstrika, at eg havi við hesum ikki tikið støðu til, um orkuútbyggingarnar hjá SEV, altíð hava verið rættar. Tað er ein heilt annar spurningur. Men fyri føroyska samfelagið er sera umráðandi, at vit flyta okkum burtur frá oljuni og fara meira yvir til at nýta varandi orku.