2009 verður eitt torført ár, tá vit tosa um vinnulív. Tað metir Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og deildarleiðari í Føroya Banka.
– Tað fara eisini at verða skaptir millióningar í 2009, men tað fer at krevja meira enn tað hevur gjørt seinnu árini, sigur hann.
Tá vit tosa um føroyskan útflutning, ið sum kunnugt mest er fiskur, eru nakrir av stóru keyparunum av føroyskum fiski hart raktir av fíggjarkreppuni. Serliga illa stendur til í Bretlandi, og Johnny í Grótinum metir tí, at tað vildi verið skilagott at skeitt aðrar vegir hjá føroyskum útflutningsfyritøkum.
Pund kontra evru
Johnny í Grótinum vísir á, at bretska pundið er viknað eini 20-25% í 2008 grundað á vánaligu gongdina í bretska búskapinum og lækkandi rentuna, har fíggjarsektorurin jú fyllir sera nógv. Evran er stórt sæð óbroytt í 2008 grundað á fastkurspolitikkin í Danmark, hóast eitt ávíst trýst var á krónuni út á heysti, sum tó bleiv niðurbart við eini rentuhækking hjá danska Tjóðbankanum.
– Sostatt eru evropeisku útflutningsmarknaðirnir - herundir Týskland - í 2008 blivnir eini 25% meiri kappingarførir enn Stórabretland til at keypa føroyskar útflutningsvørur. Útlit eru til, at bretski búskapurin framvegis verður í trupulleikum í 2009, hóast bretska pundið helst styrkist í mun til evruna, grundað á útlitini til, at rentan í evrum lækkar munandi. Tað kann tí vera skilagott hjá føroyskum útflutningsfyritøkum at hyggja til evropeiska fastlandið eftir nýggjum avtakarum til føroysku útflutningsvørurnar, sigur hann.
Eftirlit
Tað hevur verið tosað um, at fíggjarkreppan má fara at hava við sær, at altjóða fíggjarkervið má endurskoðast. Serliga eru atfinningarsamar røddir, sum siga at eftirlitið í USA og Bretlandi ikki hevur verið nógv gott – Ísland er eisini nevnt í hesum sambandi.
Orsøkin til, at Týskland er betri fyri enn Bretland, og harvið ein betri útflutningsmarknaður fyri Føroyar, er júst at týskarar hava havt strangari eftirlit við sínum kapitalmarknaði, enn hini trý nevndu londini.
– Vit hava sæð, at altjóðagerðin er sligin skjótari ígjøgnum í fíggjarvinnum enn í hinum vinnum, og tað hevur í nógvum førum verið jaligt, men nú hava vit so eisini sæð baksíðuna av hesi menning, og tað krevur, at strangari krøv og størri eftirlit kemur við kapitalmarknaðinum, sigur Johnny í Grótinum.
Hann leggur tó afturat, at krøv og eftirlit ikki skulu køva møguleikarnar at koma víðari.
– Í Íslandi síggja vit t.d. at myndugleikarnir forða fólki í at eiga útlendskan kapital ella keypa útlendsk partabrøv, og tað er kanska ikki gongd leið, tí við altjóðagerðini, ber til at sleppa undan slíkum krøvum. Tá er betri at hava ein stovn sum BIS, sum kann samskipa nøkur altjóða krøv og reglur, sigur Johnny í Grótinum.
--------
BANK
Bank og International Settlements (BIS)
Basel, Sveits
Altjóða stovnur, sum hevur havt eftirlit við flytingum o.ø. Eftir fíggjarkreppuna, eru røddir nú frammi, sum krevja, at stovnurin skal hava ein meiri stýrandi myndugleika á kapitalmarknaðinum.