Mugu fara eftir einum hóskandi støði

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr prátið, sum var við fótbóltsumboðsmannin, Hans Jákup á Líknargøtu her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Tróndur Arge hevði við Hans Jákup á Líknargøtu, fótbóltsumboðsmann í serligu fótbóltssendingini, sum var á Rás2 í gjárakvøldið.

 

Hans Jákup á Líknargøtu heldur, at tað er týdningarmikið, at føroyskir spælarar velja at fara til eitt lið, sum er á einum hóskandi støði, og heldur byggja tað spakuliga upp, enn at satsa ov høgt. Næstbesta deildin í t.d. Svøríki og Noregi er ógvuliga hóskandi støðið at fara til hjá einum ungum, føroyskum fótbóltsspælara.